Ársaðalfundur 2015
d. 25 februar 2015

Góðu limir

Sambært nevndarsamtykt, verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 15. mars 2015 kl. 15.00. Fundurin verður hildin í Skúlanum á Trøðni,á Frælsinum 32, í Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkunum.

Skrá

  • Val av fundarleiðara
  • Frágreiðing formansins
  • Uppskot um arbeiðsætlan
  • Góðkenning av roknskapi
  • Innkomin mál
  • Val av nevndarlimum (í ár kassameistarin og tveir nevndarlimir)
  • Val av tiltakslimum
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

Vit hava, sum altíð, brúk fyri fleiri sum ynskja at hjálpa til :)Vit vóna at nógv møta upp til aðalfundin, og at onkur er, sum hevur hug at vera við í
nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk.

TilmeldanFyri at lætta um fyriskipanina, so hevði verið gott, um boðað varð frá luttøku
í seinasta lagi hósdagin 12. mars hjá Halli á telefon 273053 ella Petru á tlf. 215031 ella við telduposti til sclerosufelag@sclerosufelag.fo

Vegna nevndina

Hallur Thomsen, formaður

Senest opdateret: d. 7 juli 2017