Gå til hovedindhold

Café kvøld 19 okt. kl 19 í Skúlanum við Streymin.

Hóskvøldið 19 okt. kl 19 verður Café-kvøld í Skúlanum við Streymin á Oyrabakka.

Vit fáa vitjan av Gunnvu Tróndardóttir Joensen, yvirskriftin á kvøldinum er "At velja at liva við tí, man fær"

Sum einans 32 ára gomul og mamma at trimum smágentum fekk Gunnvá Tróndardóttir Joensen staðfest sclerosu. Hon fór frá at klára alt sjálv við børnum og húsi, meðan maðurin var burturi á sjónum, til brádliga at tørva hjálp við heilt grundleggjandi tingum sum at eta, at vaska sær, at lata seg í og ganga. Hon kendi seg lagda fyri bein, men kom tíbetur við tíðini burtur úr tí akuttu støðuni og fekk tað betur. Hon er enn merkt av sjúkuni og verður ongantíð aftur tann sama, sum hon var. Hvørki til likams ella sálar. Gunnvá kemur at greiða frá, hvussu sjúkan koppaði henni og gav henni eitt nýtt perspektiv upp á lívið - og hvussu hon hevur valt at liva við tí, sum hon hevur fingið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.